Rás2 sigur frá KÍ-HB og Víkingur-TB/FCS/Royn

Sent verður millum klokkan 13 og 18 í dag. Sent verður beinleiðis frá klokkan 14.50

Í dag sendir Rás2 ítrótt millum klokkan 13 og 18.

 

Klokkan 13 til 14.50: SportBoxin við m.ø. Sonna L. Petersen (Endursending frá fríggjadegnum).

 

Klokkan 14.50 til 17: Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge siga frá KÍ-HB og Víkingur-TB/FCS/Royn á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Fylgt verður við gongdini í B36-07 Vestur og Skála-EB/Streymur.

 

Klokkan 17 til 18 verður sendingin: "Triði Hálvleikur". Pauli Poulsen (Skála), Heðin Askham (EB/Streymur), Trygvi Mortensen (07 Vestur), Jákup Á Borg (B36) og Andrass Thomsen (Fjepparafelagið Skansin) um HM-dystin ímóti Sveis 9. juni taka lut í sendingini. Vertur verður Heri Simonsen. Besta sms´ið, ið kemur inn til 559999 vinnur eitt atgongumerkið til Tórsfest.

 

In.fo hevur tekstfrásøgn frá øllum fýra effodeildardystunum. Seinni í dag koma myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður út á in.fo.