Seinnapartin í dag sigur Rás2 bæði frá flogbólti og frá hondbólti.
Óli G. Samuelsen sigur frá flogbóltsdystinum millum mansliðini hjá Fleyr og ÍF í Gundadalshøllini í Havn. Dysturin byrjar klokkan 13, og sendingin á Rás2 byrjar klokkan 12.55.
Hilmar Jan Hansen sigur frá oddadystinum í hvonndeildini í hondbólti millum Kyndil og VÍF, sum verður spældur í stórhøllini á Hálsi í Havn. Dysturin byrjar klokkan 14.30.
Ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.