Klokkan 19 í kvøld setir føroyska kvinnulandsliðið skjøtul á HM-undankappingina til HM-endaspælið, sum verður í Fraklandi í 2019.
Føroyar eru í bólki saman við Slovenia, Týsklandi, Íslandi og Kekkia, sum er mótstøðuliðið á Tórsvølli í kvøld, har talan er um ókeypis atgongd til dystin.
Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2. Liljan av Fløtum, fyrrverandi landsliðsspælari verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. Seinni í kvøld koma myndir, samanumtøka og ljóðsamrøður út á in.fo.