Í kvøld klokkan 19.30 spæla Dráttur og Mjølnir dyst í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti.
Dysturin verður spældur á Giljanesi, og Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2. Sendingin byrjar klokkan 19.25.
Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður við umboð fyri bæði liðini koma út á in.fo seinni í kvøld.
Um hugt verður eftir stigatalvuni er givið, at Mjølnir er favorittur til at vinna dystin í kvøld.
| Støðan | Dystir | Sett | |||||||
| Lið | leiktir | 3-0/3-1 | 3-2 | 0-3/1-3 | 2-3 | vunnin | tapt | munur | Stig |
| Fleyr | 6 | 5 | 0 | 1 | 0 | 15 | 4 | 11 | 15 |
| Mjølnir | 5 | 4 | 1 | 0 | 0 | 15 | 3 | 12 | 14 |
| KÍF | 5 | 2 | 1 | 2 | 0 | 9 | 9 | 0 | 8 |
| TB | 6 | 2 | 0 | 4 | 0 | 7 | 12 | -5 | 6 |
| SÍ | 6 | 0 | 1 | 3 | 2 | 8 | 17 | -9 | 4 |
| Dráttur | 6 | 1 | 0 | 4 | 1 | 6 | 15 | -9 | 4 |









