Rás2 sigur beinleiðis frá steypafinalunum

Hilmar Jan Hansen sigur frá SÍb-ÍF (menn) og Dráttur-Fleyr (kvinnur). Hans Fróði Jensen verður viðmerkjari

Seinnapartin verða steypafinalurnar hjá monnum og kvinnum í flogbólti í stórhøllini á Hálsi í Havn.

 

Klokkan 13.30 spæla mansliðini hjá SÍb og ÍF, og klokkan 16 spæla kvinnuliðini hjá Drátti og Fleyr.

 

Hilmar Jan Hansen sigur frá báðum finalunum, og Hans Fróði Jensen verður viðmerkjari til dystarfrásagnirnar.

 

Øll kunnu hoyra Rás2 HER

 

Frekvensirnir hjá Rás2 eru annars FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og FM 98,7.

 

Myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.