Rás2 fer nú at útvarpa frá fótbólti. Fyrsta beinleiðis frásøgnin hjá Rás2 frá dysti í bestu mansdeildini í fótbólti, verður núklokkan 17.00, tá Hilmar Jan Hansen fer at siga frá dystinum millum AB og 07 Vestur. Hetta sum partur av triðja hálvleiki, sum Rás2 sendir sunnudagar millum klokkan 17 og 19.
- Vit hava fingið ótrúliga nógvar áheitanir frá lurtarum, sum vilja hava at vita, nær vit fara at gera meira burtur úr fótbóltinum. Og í hesum førinum merkir tað, nær vit byrja at varpa beinleiðis út, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2.
- Nú gera vit so eina roynd við hesum, og vit vóna sjálvandi, at tað verður fastur táttur av skránni hjá okkum í framtíðini, sigur Jonhard Hammer.
Higar til hevur útvarpið hjá Kringvarpinum verið einasti miðil, sum hevur sent beinleiðis frá føroyskum fótbólti. Sáttmálin, sum Kringvarpið hevur, gevur tó ikki einkarrætt við sær, og Rás2 hevur fingið neyðugu loyvini at senda frá dystinum á Argjum, sigur Jonhard Hammer.