Rás2 og VikuBlaðið mest spennandi

Tað heldur BIrgir Waag Høgnesen, sølu- og marknaðarleiðari í Miðlahúsinum um minningarríkastu hendingarnar í húsinum. Hann ferðast nógv í egnum landi við húsvogni sínum, og dámar væl føroyskan tónleik, tó eingin er sum Hallur, Evi og Kristina. Og so dámar honum sera væl svensk pølesrett, alt av føroyskum seyði og susji.

Starv
Sølu & marknaðarleiðari í Miðlahúsinum

Besta viðstarvinum
Nógvar bóltar í luftini í senn. Kontakt við nógv fólk og góðar starvasfelagar

Hvør hending í starvinum er minnisrík
Nógvar. Men tá vit keyptu Rás2 og Vikublaðið hava verið mest spennandi,
tað bleiv ein nýggj avbjóðing. Tað er tað mær dámar best.

Hvønn tónleik dámar tær best
Allan føroyskan tónleik, men eingin er sum Hallur, Evi og Kristina.

Hvat ger teg í góðum lag
Tá eg spæli við oldboys fríggjakvøld í høllini. Vit eiga fýra børn og fimm abbabørn, eri seliga glaður fyri øll teirra frambrot, so sum tá tey klára eksamiur, uppgávur og onnur ting.
Dagliga gleðist eg um tá Hilmar Jan, Heri Simonsen og Maggi eru til arbeiðis, teir gera dagin stuttligan.
Mínir starvsfelagaðr á søludeildini hava altíð eitt gott gullkorn, so vit hava tað simpulten so stuttligt á deildini.

Hvat gert tú í fríðtíðini
Saman við familuni. Um summari gangi eg nógv í haganum. Lesi nógv, serliga persónssøgur og fakbøkur, men stundir eru eisini at fáast við okkurt í garaguni, tað njóti eg.

Ferðast tú í egnum landi
Ja, heilt nógv. Vit plaga at lána okkurt summarhúsið og bjóða børnum og abbabørnum við. Síðan vit fingu húsvogn er ferðingin kring landið blivin heilt nógv. Tað eru stuttligar løtur saman við øllum hinum, sum eiga húsvogn.

Aktiva feriu ella sleikja sól
Dámi best at nýta góða veðrið við at sleikja sól. Okkara seinasti Kretatúrur var fantastiskur.

Hvat hyggur tú at í sjónvarpinum
Onnur eru avhengi av sigarettum, eg eru avhengigur av tíðundunum í útlenskari TV-pressu. Føroyskur og útlenskur fótbóltur, dokumentar sendingar og danskur politikkur er tað, eg brúki sjónvarpið til.

Lívrættur
Ongin serigur rættur, men svensk pølesrett, alt av føroyskum seyði og susji.

Hvør bók liggur á náttborðinum
Fleiri, eitt nú Obama, Pia Kjærsgaard og Kristiansund trålerne, ein bók um trolarnar í Kristiansund í 50'unum.