Rás2: Jákup Ósá og André Olsen um avrikið á Tórsvølli

(Rás2) Hoyr ítróttarskrivararnar og ítróttarviðmerkjararnar, Jákup Ósá og André Olsen seta orð á avrikið og stigametið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Samrøðu við Jákup Ósá, ítróttarskrivara hjá Norðlýsinum.

 

2) Samrøðu við André Olsen, ítróttarskrivara hjá Miðlahúsinum, og viðmerkjara hjá Rás2 og KVF.

 

Jákup Ósá og André Olsen lýstu avrikið hjá føroyska landsliðnum í 1-0 sigrinum ímóti Andorra, og týdningin av, at vit hava sett nýtt stigamet við átta stigum.

 

Sambært ítróttarskrivarunum var tað helst ikki mest undirhaldandi landsdysturin, men arbeiðsavrikið og sigurin standa sterkir í myndini, og nú er tíðin búgvin at seta sær nýggj mál.