Í sambandi við føðingardagin hjá Rás2 verður skráin seinnapartin eitt sindur øðrvísi, enn hon plagar at verða. Millum klokkan 13 og 16 sendir Rás2 serliga føðingardagssending við livandi tónleiki, práti og annað. Fólk fáa eisini møguleika at siga sína hugsan um Rás2 við sms-boðum.
Orsaka av serligu føðingardagssendingini verður eingin Ynskiløta mánadagin.
Tíðindasendingarnar verða eisini færri í tali. Eingi tíðindi verða klokkan 15 og 16, men tíðindi eru at hoyra klokkan 11, 12 og 17 í dag.