AC Horsens og Vendsyssel FF spældu í dag fyrra av upp- og niðurflytingardystunum millum bestu og næstbestu deildina í Danmark. Hallur Hansson og René Shaki Joensen byrjaðu inni í málleysa javnleikinum.
Les eisini: René roynir aðrar leiðir
Serliga Hallur Hansson gjørdi nógv um seg á miðjuni hjá AC Horsens. Í fyrra hálvleiki var hann nakað minni sjónligur, men fekk eisini ein sendara í høvdið. Í seinna hálvleiki spældi væl betri og var nógv á bóltinum.
- Hallur hevur spælt væl í dag. Hann er allatíð ávegis við bóltinum og vil nakað við bóltinum. Hann er eisini væl fyri tekniskt, segði Peter Graulund, sum annars einki gott hevði at bera føroyska landsliðsmiðvallaranum fyri eini viku síðan.
Hallur Hansson bleiv útskiftur aftaná 87 minuttir. Tá hevði hann runnið ikki færri enn 11,9 kilometrar.
Gult til René
René Shaki Joensen spældi á vinstra kantinum hjá Vendsyssel, men fekk sjáldan nakað at arbeiða við. Hann tóktist eisini renna nógvar metrar, men tá hann var leysur, so fekk hann ikki bóltin.
Aftaná ein tíma fekk René Shaki Joensen eitt rímiliga grovt gult kort, tá hann feldi ein spælara hjá AC Horsens. Í løtuni aftaná valdi Erik Rasmussen at skifta hann út. René Shaki Joensen spælir sínar seinastu dystir fyri Vendyssel í løtuni.
Sunnudagin 4. juni spæla liðini seinna dystin, tá í Vendsyssel. Danskir miðlar meta, at prísmunurin millum Superliguna og næstbestu deildina er áleið 15 til 20 milliónir krónur.