Rós til bæði landsliðhópin og venjari teirra

Frank Davidsen
-----

Mítt størsta fótbóltskick nak­ran­tíð fekk eg á Svanga­skarðið, tá Todi Jónsson streyk framvið tí russisku verjuni, sum tóktist ar hava blyggj í reyvuni. Isakald­ur leysur av russunum kýndi Todi bóltin frá nokk so stór­ari fjarstøðu umdir tvørliggj­arin og í mál.
Við tað at venjarin ikki dugdi at síggja, at fleiri av verju­spælarnum onga orku høv­du eftir og fekk frískar kreft­ir inn í verjuna, aftaná at før­oyska liðið hevði spælt upp ímóti tí russisku bjørn­ini í 80 minuttir, so eyðnaðist tað ikki, sum kundi verið størsta fót­bóltsbragd Føroyinga nak­rantíð.
Tað vóru veruligar fót­bólts­kempur, ið Todi hevði aftan fyri, men hinvegin um Todi Jónsson, (tað størsta fót­bólts ikoni, ið Føroyar hava fostra) ikki var við á tí landsliðnum, hvat so. Sjálv­ur vildi eg mett at tað er ein stórur spurningur, um liðið við so góðum spælarum sum Tummas Eli, Abra­ham Løk­in, Jákup Mikkel­sen og Jens Martin og aðrir fram­úr góðir spælarar, høvdu fing­ið tey úrslit, um teir ikki høvdu føroya besta áleyp­ara nakrantíð við á lið­num. Tá varð spælt meira verju­kent , men tað var eitt sera homogent lið, teir vór sera kropssterkir, eins og teir høv­du ein vinnaramental­itet sum fáur. Ja, tað er helst tað besta landsliðið í Føroy­ar hava havt, til teir so smátt vegna aldur settu gaggur­nar á hylluna.
Ikki bara í kvøld, undir lands­dystinum í móti Eyst­urríki, men næstan til hvønn landsdyst, rennur mær til hugs um hvussu ómetaliga føroyskur fótbóltur seinastu árini hevur skríggja eftir ein­um spælara, sum í skjót­leika, teknikki, og hartil krops­styrki, kundi komi upp á tað støði sum Todi var á.
Hinvegin so er eingin sum helst ivi um, at okkara lands­lið í kvøld, eins og teir spælarar sum hava ver­ið í hópunum til hesa EM und­a­n­kapping, eiga at fáa rós, og eitt orduligt herðaklapp. Støðið er so høgt, at hevði hetta liðið havt "ein Toda" so ivist eg onga løtu í, at vit kundu tikið stig frá flest øllum liðum, til hesa undan­kapping.
Tá ið okkara landslið í flestu dystum hava tilspælt sær upp til 10 hálvar og heil­ar málmøguleikar, í kanska tí sterkastu puljuni til hesa EM undankapping, so er eingin grund til hanga við høvd­inum hjá føroysku spæl­arnum.
Harra Gud, vit tapa 3-0 í móti heimsmeistarnum og Champions legue vinnar­num. Spæla upp ímóti Svøríki, og vóru sera óhepnir ikki at fáa stig í móti teimun: Áttu eftir røttum 3 stig á úti­vølli ímóti Kazakstan, og Eystur­ríki fekk 3 klodda­mál, ann­ars var ikki tann stóri mun­urin. Okkara ungling­ar góvu teirra týsku javnlík­um ein skarpan geng, og var tað ein altjóða dómari, ístaðin fyri ein nýklaktan dómara, so høvdu føroyingar helst vunni tann dystin.
Ivist onga løtu í, at var tað ein tyskur leikari sum varð jarðlagdur, soleiðis sum okkara leikari var, so hevði før­oyski verjuspælarin í staðin fyri fingið reyða korti, og Tyskaland fingið frí­spark.
Latið okkum verða real­istar, tí at spæla tildømis í móti eini fótbólstjóð við 60 milliónum íbúgvum, meðan vit manna 48000 íbúgvar, tá er tað ikki realistiskt, men órealistiskt at vit skulu vinna eitt sovorðið lið.
Hinvegin hava vit ikki bara eitt sera gott lands­lið, við nógvum ungum leikar­um. Tí tað sum sum fór fram í Týskalandi í kvøld, var ikki minni enn størsta bragdi í før­­­oyskari fótbólts­søgu, Nak­rir unglingaleikar­­ar sum óimpon­­eraðir vóru við at knúsa tí so nógv umtal­aðu týsku fótbólts­maskinuna.
Tað var ótrúligt, at síggja tysku spælarnar sum spæla í Bundesligaini, verða so bebba­ræddir fyri føroysku ung­lingaleikarnum, at teir royndu øll kynstur, at fáa tíðina at ganga, við at spæla aftur til málmannin. Sam­stundis stóð føroyski venj­arin og gav tekin til spæl­arnar um, at herja á týsku fótbóltsmaskinuna. So venj­aratoymi hjá Føroyum eigur eitt 13 við + uppeftir fyri hatta bragdið.