Málið er líkasum sníkt ígjøgnum Tórshavnar Býráð. Upp undir endan varð tað einans viðgjørt sum eitt fíggjarmál, og fíggjarnevndin einsamøll tók avgerð um at avreiða útgerðina hjá Rás Tórshavn til Føroya Tele. Avgerðin um at steðga rásini man vera tikin umsitingarliga.
Hetta hevur havt við sær, at tann, sum ikki heldur seg hava nóg mikið við SvF, má antin keypa sær frysti-boksina hjá Televarpinum ella fáa sær eina paraboltænasta ? við egnum paraboli ella í eini parabolskipan.
Tann peningaliga slagsíðan kemur av, at Rás Tórshavn hevur verið ein kommunal tænasta, sum onki hevur kostað brúkarunum. Skulu hesir brúkarar nú út um SvF, mugu teir gjalda í dýrum dómum.
Í Havn eru 6000 húsarhald. Tey mugu nú gjalda einar 3000 krónur árliga fyri nýggju tænastuna. Tað merkir, at Tórshavnar Kommuna við sínum stigi hevur álagt sínum borgarum 18 milliónir krónur í meirútreiðslum um árið fyri eina tænastu, sum kostaði kommununi eina millión krónur.
Hvørki mentanarnevndin ella sjálvt býráðið, sum fyrr hava viðgjørt mál um Rás Tórshavn, hoyrdu orð ella eið til hetta málið eftir, at býráðsformaðurin fyri einum ári síðani fekk býráðið at samtykkja at fara undir tingingar við Føroya Tele at kanna hvørjir møguleikar vóru í framtíðini.
Próvgrundin at fara undir hesar samráðingar var, at TV3 var komið við eini rokning, sum skuldi vera upp á 800. 000 krónur um árið.
Mentanarnevndin og býráðið hava ongantíð fingið at vita, hvat kom burtur úr kanningunum hjá Føroya Tele, men kunna staðfesta, at fíggjarnevndin hevur selt Føroya Tele Rás Tórshavn fyri eina knappa millión uttan at bjóða út.
Staðfestast kann eisini, at Føroya Tele hevur ikki verið ført fyri at bjóða viðskiftafólkunum hjá Rás Tórshavn rásina hjá TV3, sum knúturin stóðst av og eftirhondini var vorðin rættiliga viðkomandi hjá hyggjaranum.
Í síni tíð var tað Tórshavnar Býráð sjálvt, sum tók stig til endurvarpingarstøðina Rás Tórshavn.
Eitt høvuðsargument var, at býrðáðið vildi ikki hava parabolar á hvørjum húsi, tí hetta fór at lýta umhvørvið. Kommunan rindaði kostnaðin fyri úgerð og rættindi, og havnarborgarar fingu tænastuna fyri onki.
Hetta var ein kommunal tænasta, sum gleddi fólk, men hon skuldi partú avhøvdast tí, at TV3 loksins hevði reist uggafjarðarnar.
Hvat fingu vit afturfyri? Ein strongdan borgaraskara, sum í alla framtíð má taka djúpt í lumman sjálvur fyri at fáa sama sjónvarpsútboð aftur. Í mongum førum verður hann eisini trýstur til at lýta býin við einum stórum stálkampi.
Hetta er harmasøgan um eina kommunu, sum í 21. øld steðgaði eini fram úr tænastu og vendi 180 stig orsakað av eini rokning, sum hevði kostað hvørjum húsarhaldi 11 krónur um mánaðin.
Tórshavnar Kommuna hevur eina fíggjarætlan upp á 435 milliónir krónur, sum skattaborgararnir rinda. Har er framvegis rúm fyri at varðveita Rás Tórshavn - við ella uttan TV3.