Rís og rós til tingleiðsluna

Tað er gott og rætt við aðalorðaskiftum, men hesi mugu ikki liggja dag um dag, tí tá er endamálið við teimum ikki rokkið. Royndin at senda út beinleiðis frá tinginum er eitt frálíkt stig á rættari leið. Nú er so upp til miðlarnar annars at gera meira burtur úr sjálvum tingarbeiðinum.

HETTA hevur verið ein rættiliga óvanlig tingseta, har tað hava verið ikki færri enn trý aðalorðaskifti í nærum somu viku.Vit hava á hesum stað mangan gjørt vart við stóra týdningin orðaskifti um flest øll samfelagslig mál, tað veri seg á tingi, í fjølmiðlunum ella úti millum manna, hava.Vit halda tað tí eisini vera gott, at landsstýrið og politisku flokkarnir sum heild taka stig til meira umfatandi aðalorðaskifti. Men tey, ið standa fyri í løgtinginum, mugu tó ansa eftir, at hesi aðalorðaskifti ikki liggja so tætt upp at hvørjum øðrum, at tey bara enda í einum tómum orðafloymi.


At skipa fyri aðalorðaskiftum og geva føroyingum møguleika at fylgja við beinleiðis er eisini nakað, ið vit eiga at fegnast um. Her hugsa vit um ta frálíku tænastuna, ið tingið og sjónvarpið hava fingið í lag - og har hvørt mansbarn í Føroyum beinleiðis kann fylgja orðaskiftinum av tingsins røðarapalli. Tað er tí ein góður setningur at seta sær til eina komandi tingsetu - at leggja hesi stóru og so týðandi aðalorðaskiftini soleiðis, at tey ikki øll fella í somu viku. Tað er líkasum, at endamálið við einum aðalorðaskifti um eitt stórt og álvarsligt samfelagsmál, ikki verður rokkið, tá hetta er nakað, ið skal skrumblast ígjøgnum. Hvørki tingmenn ella tey mongu, sum nú hava høvi at fylgja við, megna at ?rudda upp í høvdinum? frá tí eina til tað næsta aðalorðaskifti, liggja hesi dag um dag.


HETTA er meint sum positivur kritikkur, tí eftir okkara tykki var tað ein góður setningur landsstýrið setti sær um at hava eina røð av aðalorðaskiftum. Tað kundi verið áhugavert at vitað, hvussu vanligi føroyingurin hevur tikið ímóti hesum møguleikanum hvønn dag at kunna fylgja við, hvat landsins kosnu menn og kvinnur meina og arbeiða við. Hetta skuldi eisini verið tað best hugsandi eftirlitið. Tað er áhugavert at vita, hvussu tingleiðslan ætlar sær hesa beinleiðis varpan úr tinginum frá næstu tingsetu. Rís og rós. Tað er skeivt at hurra stórmál ígjøgnum í seinastu løtu. Tað var eitt plettskot, at Føroya fólk fekk beinleiðis atgongd til tingpallin - og eitt týðandi stig til at fylla út karmin í demokratiinum - ikki minst tá tað er avmarkað, hvussu nógv fjølmiðlarnir fáa ?sent? úr tinginum. Júst tingarbeiðið er nakað, sum vit her á blaðnum meta okkum hava svikið, og tí ætla okkum at gera meira burtur úr frá komandi tingsetu - tá vit manningar- og tøkniliga verða betri før fyri at átaka okkum hesa bæði týðandi og spennandi uppgávu.