Rós og rís

Lars Jespersen


Nú, tað stundar til kommunuval, vil eg nýta høvið til at koma við míni meining. Eg skal ikki leggja meg út í, hvussu bý- og bygdarráðini í landinum hava roynst, men halda meg til mína kommunu, Tórshavnar kommunu.
Sum ofast, tá maður letur frætta frá sær í bløðunum, er tað orsaka av, at hann er ónøgdur, og soleiðis er eisini í hesum føri. Tó so, eg vil byrja við at rósa Tórs-havnar býráði, ónøgdin verður síðani.
Býráðið setti sær fyri at nøkta tørvin á barnaansing í hesum valskeiði, og hevur tað eftir øllum dømum eydnast, rós fyri tað. Eisini eru nøkur tilboð givin teim gomlu, men tey nýggjastu tíðindi boða frá, at stórur tørvur er og verður á fleiri tilboðum, serliga í Suður-streymoy. Tað kann so verða eitt mál hjá komandi býráði, so Tórshavnar kommuna fær røkt báðar endarnar.
Buktina hevur býráðið eisini um, men ein dekan og stór bukt eftir mínum tykki, tí um ein ferðast runt um Havnarleiðina, síggjast nýggj hús allastaðni. Undrist mangan, hvør skal inn í hesi hús, eisini, hvar heis hava havt innivist áður, men nýggju rundkoyringarnar eru kanska ein partur av svarinum.
Mangan hevur verið tos-að um ferðslutrupulleik-arnar í Havn ávísar tíðir á degnum, serstakliga tá stóra mongdin av bilum á morgni koma til Havnar, til arbeiðis, í skúla ella bara til handils.
Tosað hevur leingi verið um, at rundkoyringar kunnu bøta um trupulleikarnar, gera ferðsluna smidligari, men nústaðni nú, valskeiðið er um at vera farið, komu rundkoyringar-nir. Flest øll eru samd um, at hetta bøtir um, men vónandi læra fólk at brúka rundkoyringarnar, soleiðis at tey eisini finna út úr teimum aftur, og ikki blíva verandi í Havn, tí tá verður tørvur á upp aftur fleiri íbúðum, ansingarplássum til børn og gomul. ? Men um ikki annað, so er talan um ein ferðslubata, rós fyri tað eisini!
Nú koma hjartasuffini frá mær, og hóast tey ikki órógva býráðið so nógv, tí tey neyvan telja tað stóra at rósa sær av, loyvi eg mær tó at koma fram við teimum.
Á húsaveggi í miðbýnum í Havn stendur við stórum grønum bókstavum, Plantið eitt træ, og vóru tað nógv fólk í Havn, sum tóku hesa áheitan til sín. Býráðið tók á seg, at lata borgarum ókeypis plantupakkar, og príða runnar og trø nú mangt umhvørvi í Havn og um Havnarleiðina. Í fjør fingu áhugað plantupakk-arnar seint á heysti, tó so, at onkur planta yvirlivdi veturin. Men í ár bleiv plantu-pakkin burtur, og er tað harmiligt.
Í mong ár skipaði Tórs-havnar kommuna fyri árligum ruddingardegi, og fekk hetta tiltak stóra undirtøku, eigarafeløgini tóku undir við tí, ungdómsfelagsskapir tóku lut í tiltak-inum, men í ár bleiv einki stig tikið til ein ruddingardag. Borgarstjórin legði til grund, at tá brennistøðin á Sandvíkahjalla nú var so væl fyri at taka móti burturkasti, kundu borgararnir sjálvir koma niðan við tí. Endamálið við ruddingardegnum var ikki einans at rudda, men hevði avgjørt eitt sosialt og mentanarligt virði. Tað sosiala, at grannar komu saman og lærdu hvønn annan betri at kenna. Tað mentanarliga, at borgararnir komu at kenna ábyrgd av umhvørvinum.
Summi eigarafeløg hava av sínum eintingum skipað fyri ruddingardøgum, bæði á vári og um heysti, meðan einki er gjørt á kommunalu økjunum, og tað sæst aftur.
Fríøkir, áir og løkir hava verið ljót í summar, somuleiðis fram við vegunum, rúgvurnar av alskins óruddi rúgvar seg bara upp. Havi ikki havt smávegis skomm kommununa og egna vegna, at fremmandafólk í summar hava sæð ein skitnan bý.
Vónandi tekur komandi býráð táttin uppaftur.
Fyri stuttum hevur býráðið sett nakrar talvur upp, har einasta áskriftin higartil er Hoydalar, og er ætlanin ivaleyst at seta eitt kort upp á hesar talvur. Eitt kort, ið vísir ókunnufólkum, hvørjir møguleikar eru, at ferðast undir Svartafossi og í Hoy-dølum, men hetta kort er ikki komið upp enn, tí kanska verður tað heldur eitt ávarðingarskelti, ið mælir fólki frá, at fara hesar leiðir.
Orsøkin er tann einfalda, at gøturnar, ið ungfólk undir tiltakinum Ung í arbeiði løgdu stórt og gott arbeiði í, nú eru í so vánaligum standi, at vandi er at nýta tær. Havi í ár ikki sæð ung í arbeiði í Hoydølum ella har um leiðir. Havi tó skilt, at okkurt tilboð var til tey ungu í summarfrítíðini.
At enda loyvi eg mær at gera eina viðmerking um eitt mál, ið hvørki Tórshavnar býráð ella eg hava stórvegis ávirkan á, men sum tó harmar meg. Málið snýr seg um forðingarnar, ið settar eru upp á havnaløgunum til tess at byrgja upp fyri altjóða yvirgangi. Minnist aftur fasta siðin, at ganga út á molan aftan á dansin, ungdómsdagarnar, tá vitjað var umborð á russ-isku trolararnar at bidda sigarettir og at síggja film, at fáa sukurlátu og annað frá ensku trolaramonnun-um.
Havnaløgini eru nú vorðin so stór, at vit høvdu ikki komið aftur í aftur, um vit í dag fóru gongutúr út á molan, men bara tað, at ein ikki hevur atgongd í egnum landi, harmar meg inniliga.
Um altjóða yvirgang á føroyskum bryggjukanti havi eg ikki so nógv at viðmerkja, men hvat kann ein barnakona úr Nigeria hótta okkum við, hvat hótta flóttar úr ymsum londum okkum við. Hørð avrokning við bryggjukantin, av landinum aftur, heldur enn at tikið tey til okkara, kannað, hví tey eru endaði her í einum landi, tey ikki hava hoyrt um, men lagann og neyðin hevur sent tey til: Tað hevði verið mansligari, at víst teim miskunn. Hugsið um tað!
Hetta var alt frá mær á hesum sinni og gott kommunuval í november.