Rás 2 setir fokus á nýggjan flogvøll

Millum klokkan 10 og 11 kemur eitt longri innslag í morgunsendingini á Rás 2, ið setir fokus á, hvar tað er møguligt at leggja nýggjan flogvøll í Føroyaum Kanningin, sum Vinnumálaráðið ígjøgnum Landsverk fekk norska felagið Asplan Viak at gera av teimum støðum í Føroyum, ið verða mett sum tey mest best egnaðu at leggja ein nýggjan flogvøll, er alt ov grunn, heldur flogvallaserfrøðingurin, Gilli Trond.

Hann er útbúgvin geografur ? við serfrøði í búskaparligari økismenning og innan býarøki, og hevur gjørt nógv við at kanna ymsar flogvallir og flogvallaviðurskiftir í støðum, har til dømis náttúra, veður ella bæði eru ein harður mótspælari. Júst sum tað er í Føroyum.

Sosialurin og Rás 2 vóru á Svangaskarði mánakvøldið, har Gilli Trond helt fyrilestur um flogvallaviðurskiftini í Føroyum.

Millum klokkan 10 og 11 kemur eitt longri innslag á Rás 2 við Gilla Trond, tveir stýrimenn hjá Atlantsflog, Janus Rein og Hjalgrím Magnussen, og teir tríggjar eysturoyartingmennirnar, Torbjørn Jacobsen, Bill Justinussen og Alfred Olsen.