Rørsmiðurin og akademikarin bresta saman

Akademikari úr Havn og rørsmiður av bygd fara í Hvonn Live á Rás2 í kvøld at kjakast um, hvønn týdning útbúgving hevur fyri politiskt arbeiði. Løgtingsfólkini hava sera ymiskar útbúgvingar. Summi av teimum hava verið uttanlands og tikið hægri útbúgving, meðan onnur hava bert fólkaskúlan sum bókliga útbúgving.

Tveir løgtingsmenn, sum hava sera ymiska bakgrund, fara leygarkvøldið at kjakast um útbúgving og politikk í sendingini Hvonn Live á Rás2.

Akademikarin úr Havn, Sjúrður Skaale, og handverkarin og sjómaðurin av bygd, Gerhard Lognberg, fara at tosa um, hvørjir fyrimunir og vansar eru við at hava væl útbúgvin fólk í politikki.

Spurt verður eisini, um tað er munur á, hvørji virði, teir seta hægst, og hvussu teir føra politikk?

Eisini hevur Rás2 vitjað í løgtinginum og lodda dýpið millum ófaklærd og akademikarar.

Hvonn Live kann hoyrast á Rás2 í kvøld millum klokkan 19 og 22.