Umstøðurnar umborð á fleiri av strandfaraskipunum gera, at rørslutarnað sleppa ikki av bildekkinum, meðan skipini sigla.
	Ein av teimum rørslutarnaðu, sum ferðast nógv, er Mikkjal Ørvarodd. Hann er býr á Argjum, men er ættaður úr Sandoynni, og hann hevur eisini skyldfólk í Vágum og Klaksvík.
	? Eg havi ongantíð roynt at sitið í fongsli, men eg kann ímynda mær, at tað mann vera nakað tað sama sum at sigla við strandfaraskipum, sigur hann.
	? Eg sigli javnan við Tróndi, Dúgvuni og Ternuni, og tá havi eg ongan annan møguleika, enn at sita i bilinum, meðan siglt verður, tí eg kann ikki bjóða til at fara upp gjøgnum trappurnar.
Bara Smyril
Mikkjal Ørvarodd nýtir fyri tað mesta høkjur og klárar seg væl á sløttum, men hann fær ikki gingið gjøgnum trappur, og við hvørt situr hann í koyristóli.
	? Tað er bara Smyril, sum hevur elevator, so har sleppi eg uppá, men við hinum skipunum, verði eg noyddur at halda til á bildekkinum, sigur hann.
	Fyri góðari viku síðani hendi álvarsligt óhapp umborð á Dúgvuni, har ein bingjubilur fullur av fóðri koppaði. 
	Tíbetur vóru hvørki bilar ella fólk í nánd, og tí spurdist eingin mannskaði burturúr, men tað skal lítið til at fyri at ímynda sær, at persónarbilar stóðu undir liðini á bingjubilinum.
Sleppur ongan veg
Í vikuni segði tekniski stjórin á Strandferðsluni við Sosialin, at fólk hava ikki loyvi at verða á bildekkinum, meðan siglt verður, og tí eiga fólk ikki at koma í nánd av slíkum óhappi.
	Men rørslutarnað uppliva støðuna øðrvísi.
	? Eg eri altíð á bildekkinum, tá eg sigli við Dúgvuni, Tróndi ella Ternuni, tí eg sleppi onga aðrastaðni. Hesi skipini hava ongan elevator, tí kann eg ikki annað, sigur Mikkjal Ørvarodd.
	? Einasti møguleikin, sum manningin á hesum skipum hevur fyri at forða mær fyri at verða á bildekkinum, er, um tey nokta mær umborð, og tað havi eg ikki verið úti fyri, sigur hann.
	? Konan plagar ofta at ferðast við mær, og hon situr sjálvandi í bilinum hjá mær, meðan vit sigla.
	Mikkjal Ørvarodd heldur, at Strandferðslan átti at hugsa meiri um tey rørslutarnaðu, so tey eisini sleppa av bildekkinum og kunnu ferðast trygt við strandfaraskipunum.










