Týsdagin var tíðindafundur á Hotel Hafnia, har Jens Lund,nevndarlimur í Muskelsvindgrunnin og umboð fyri føroysku visitatiónsnevndina, greiddu frá tiltakinum. Hesar ferðir eru komnar Tiltakið verður endurtikið í ár
Orsøkin til at hesin møguleiki stendur føroyingum í boði, er, at Muskelsvindgrunnurin í fyrrárið byrjaði skavispæl, sum eisini føroyingar taka lut í.
Føroyingar serliga spælihugaðir
Jens Lund segði á tíðindafundinum, at føroyingar eru serligt spælihugað fólk, tí nógv í Føroyum luttaka í skavispælinum.
Hann helt tað tí bert vera náttúrligt at partur av peninginum varð borin aftur til okkum í Føroyum.
Í fjør fingu føroyingar 100.000 krónur til endamálið, og í ár verður upphæddin 140.000 krónur.
Við síðuna av hesi peningaupphædd, er ein sponsoravtala gjørd við Føroya Banka, Atlantic Airways og Smyril Line. Flogfelagið letur 30 pst. avsláttur á ferðaseðilin og Smyril Line 25 pst.
Um stutta tíð verður lýsing í bløðunum, har kunnað verður um møguleikarnar at søkja um at sleppa til Danmarkar at ferðast.
Umsóknirnar skulu sendast til Biritu Petersen, fulltrúi á Almanna- og heilsumálastýrinum, sum er formaður í visitatiónsnevndini.
Ætlað øllum rørslutarnaðum
Tað eru tó ikki bert fólk, sum hava vøddasvinn, ið fáa ein kjans at ferðast til Danmarkar. Hetta tilboðið er galdandi fyri øll rørslutarnað í Føroyum.
Frítíðarmiðstøðin varð tikin í nýtslu í fjør, og er byribils 1. byggistig av einari ætlan,sum skal enda við at vera ein summarfrítíðarbýur, segði Jens Lund.
Hetta er nýggjasta handikap bygging av sínum slag í Danmark. Frítíðarhúsini eru innrættað soleiðis, at rørslutarnað als ikki skulu kenna sær nakrar forðingar í umhvørvinum, og kunnu ferðast ótarnað, bæði úti og inni.
? Hetta er ikki bert ein frítíðarmiðstøð fyri rørslutarnað, men eisini fyri familju og hjálparar hjá tí brekaða, segði Jens Lund, sum sjálvur hevur vøddasvinn.
Hann er lesandi á Århus universiteti, umframt at hann arbeiðir í Muskelsvindgrunninum.
Jens Lund hevur serliga arbeitt við at samla pening og leggja skavispælið hjá grunninum til rættis.
Grunnurin vil ráðgeva í sosialum málum
? Føroyingar eru limir í Muskelsvindgrunninum, og Jens Lund sigur, at grunnurin serliga er áhugaður fyri at veita føroyingum ráð og leiðbeining, ikki bert rørslutarnaðum og viðurskiftum teirra, men eisini at veita føroyskum myndugleikum ráð og leiðbeining í sambandi við sosiallóggávu o.a., nú Føroyar arbeiða fyri sjálvstýri.
Birita Petersen upplýsti á fundinum, at 19 familjur í fjør sendu umsókn at sleppa niður at ferðast, og at øll fingu pláss.
Spurd, hvussu langt uppihaldið á frítíðarmiðstøðini er, sigur Birita Petersen, at tað velst um, hvussu leingi fólk vilja ferðast. Nøkur vóru í eina viku, onnur í tvær og tríggjar vikur.
? Verða fleiri umsóknir í ár, fara vit helst at býta ferðina sundur soleiðis, at uppihaldið verður styttri, fyri at so nógv sum til ber kunnu fáa møguleikan, sigur Birita Petersen.