Rørsla minkar um vandan fyri krabbameini

Tað er ikki nóg mikið við avslappandi túrum til gongu ella á súklu í undanbrekku. Nei, tað er pulsurin, sum skal upp - helst í ein hálvan tíma ella so um dagin.
Vinningurin við rørslu er stórur, og eitt nú gerst vandin fyri krabbameini munandi minni.
Tey, sum longu eru rakt av krabbameini, hava eisini fyri neyðini at røra seg.
Rørsla kann neyvan lekja krabbamein, men rørsla kann halda sjúkuni aftur, soleiðis at krabbin ikki breiðir seg - ella at hann breiðir seg við minni ferð enn annars.
Kelda: Sygeplejersken nummar 06 (2013).