Úr ongum í lyklaleiklut

Eftir at hava sitið á beinkinum í mest sum samfullar fýra dystir, gjørdist Áki G. Olsen ein hin týdningarmesti leikarin, tá føroska landsliðið vann sær javnleikin móti Belgia

Landsdystur

Eftir at hann í hinum dystinum mest hevur verið at rokna sum marginalspælari, slapp Áki G. Olsen veruliga at royna seg í dystinum mikukvøldið. Broytingar av ymsum slag høvdu við sær, at Ingi Olsen varð fluttur av vanliga plássinum yvir á bakkin, og so mátti annar miðspælari finnast.
Luturin fall á Áka G., og hóast hetta kanska hendi nakað brádliga, so helt hann ikki sjálvur, at hetta var nakað, sum nervaði.
- Nei, tað haldi eg ikki. Nú havi eg í hinum dystunum sitið og bíðað eftir møguleikanum, so tá hann kom, so ráddi bara um at taka av. Tað var heldur ikki ordiliga premiera, tí eg fekk hóast alt nakað av spælitið í dystinum í Vestmanna, men hetta var so fyrstu ferð, at eg royndi meg á miðplássinum.

Høvdu brotskastskapping
Fyrsta roysnið, sum Áki G. gjørdi í dystinum, var tó, tá hann kom inn, og setti eitt føroyskt brotskast í netið, eftir at ymsir av liðfeløgunum høvdu brent níggju brotskøst á rað. Spurdur, hvørt tað kendist sum ein lætti, at vit soleiðis fingu mál upp á brotskast, helt hann fyri, at tað í øllum førum bøtti um.
- At tað akkurát var eg, sum skuldi skjóta, komst av, at vit gjørdu eina skotkapping í venjignini týsdagin. Har stóð eg meg best, og tí varð avrátt, at eg skuldi skjóta í dag. Sjálvandi er tað kott, at vit nú skora upp á fleiri brotskøst, men hinvegin misnýta vit framvegis fleiri, sum kanska kundu avgjørt dystin til okkara fyrimun.
- Tað er tó einki at ivast í, at vit eru fegnir um at fáa stig. Kanska skuldi tað verið meira enn ta eina, hinvegin kundu vit eisini væl staðið eftir við ongum, og tað vildi í øllum førum verið tungt. Tað týdningarmesta í so máta mundi vera, at vit allir stóðu sum ein maður, tá mest stóð á. Tað er í øllum førum nakað, sum vit eisini fáa brúk fyri í seinna dystinum, helt Áki G. Olsen at enda.