Teir, sum sunnumorgunin brutu inn hjá fyritøkuni Dansk Værdihåndtering í Brøndby, fingu 60 milliónir krónur við sær Tað sigur løgreglan í Keypmannahavn, og ránið er sostatt tað næststørsta í Danmark nakrantíð. Tað størsta var tann 1. apríl í ár, tá ránsmenn rændu 62 milliónir krónur frá einari aðrari fyritøku, sum umsitur pengar fyri stórhandlar og bankar.
Løgreglan í Keypmannahavn sigur, at umleið 75 fólk hava vent sær til løgregluna við upplýsingum um ymiskt,sum tey halda kann hava samband við ránið sunnumorgunin.