Eg havi ongantíð kunna fatað, at menn við fullum skili ár um ár gleða seg til at taka so illa ímóti gýtingarfiskinum.
Eg skilji væl, at teir gleða seg til stóran fisk og góðan prís. Og hendan tíðin ger, at ein kann betala hvørjum sítt.
Men, hvat sigur vit og skil. Um bóndin drepur ærnar beint áðrenn lembing. Kann hann so klaga um, at tað var vána lambaár? Hann kann klaga, men ikki av røttum!
Vit hava altíð gjørt tað, er svarið, og tað er hettar sum heldur lív í okkum.
Men tíðir broytast. Teknikkurin ger, at fiskurin hevur ikki sama kjans, sum tá hóndsnørið, og segl og árar, vóru nýttar.
Nú hava vit dr.phil í fiski og øðrum, men ikki eitt orð um ránsveiðu móti gýtingarfiskinum?
Halda teir, at tað er í lagi at taka so illa móti gýtingarfiskinum. Eg haldi teir meina sum eg, men av vana og ótta, siga teir onki, um júst hettar.
Ein eigur altíð, at hugsa víðari og royna at finna eitt svar.
Eg síggi fyri mær, at um fá ár er vent í holuni. Eg síggi, at Føroyar eru kroystar inn í ES, og at ES rindar føroyingum fyri at lata vera við at fiska gýtingarfiskin. Eins og teir geva bøndrunum, pening fyri ymiskar veitingar, sum kosta.
»De store fisk spiser de små« kenna vit, men tá tað ikki eru smáir fiskar at eta, tí gýtingarfiskurin varð veiddur áðrenn hann/hon kom av við eggini upp á natúrligan hátt. So má tilfeingið minka ár um ár? Hettar er logikkur fyri búrhøsn. Tað áttu Løgtingsmenn duga at skilt.
So ES er nærri nú enn í gjár, tí vit vilja ikki sjálvir taka avgerðir, bíða til tær vera kroysta niður yvir okkum.
Eg ivist ikki í, at fiska mongdin runt oyggjarnar vil blomstra um gýtingin fær frið.
So tað er ikki at vera bangin fyri ES. Tað, saman við skilagóðum fiskivinnu politikki skuldi givið bjartari vónir.