Fyrr hava svenskir fjølmiðlar avdúkað, at hon hevði nýtt sítt ráðharrakredittkort til privatar útreiðslur, og nú hevur Aftonbladet avdúkað, at Mona Sahlin er í so sein at rinda sínar rokningar. Blaðið hevur m. a. prógvað, at ráðharrin fleiri ferðir hevur verið hótt við innkrevjing, áðrenn hon hevur goldið.
Aftonbladet hevur seinastu dagarnar spurt sínar lesarar, um tey hava álit á Monu Sahlin. Áhugin var stórur, og svarið var ógvuliga greitt. Túsundtals fólk gj ørdu vart við seg, og av teimum svaraðu 81 prosent, at tey høvdu ikki álit á ráðharranum.