Rúni Weihe vart ph.d. í Noregi

Hósdagin vardi Rúni Weihe ph.d. ritgerð sína á Norges miljø- og biovitenskabelige universitet

Hósdagin 13. desember vardi Rúni Weihe ph.d. ritgerð sína á Norges miljø- og biovitenskabelige universitet. Ritgerðin ber heitið ”Dynamic dietary salmon farming in the Faroe Islands with regards to production, quality and economic improvements".

 

Rúni Weihe hevur arbeitt við verkætlanini á Havsbrún, har hann dagliga starvast sum deildarleiðari á fóðurdeildini. Hann hevur verið innskrivaður á NMBU við Magny Sissel Thomassen professara sum høvuðsvegleiðara. Hjávegleiðarar vóru Kjell-Arne Rørvik og Bjarne Hatlen frá Nofima.

 

Verjan gekk væl. Fyrsti parturin var ein royndarfyrilestur, sum siðvenja er í Noregi. Fyrilesturin kallaðist  “New methods to evaluate nutritional quality of feed”. Eftir at fyrilesturin varð góðkendur, varð hildið áfram við sjálvari verjuni. Tað er ikki vanligt, at fyrilesturin verður umrøddur undir verjuni, men Rúni varð spurdur, um tað var í lagi at seta spurningar til fyrilesturin, eftir at hesin hevði kveikt áhugan hjá opponentunum. Tískil fór ein partur verjuni til at kjakast um fyrilesturin.

 

Úrslitini í ph.d.- verkætlanini eru bygd á tvær stór-skala fóðurroyndir umframt tvær smá-skala fóðurroyndir. Hetta hevur verið tíðarkrevjandi, og opponentarnir róstu tí rúgvusmikla arbeiðinum, ið er framt, serliga havandi í huga nógvu avbjóðingarnar, ið eru tengdar at tí at fremja royndir í stórum skala. 

 

Í metingarnevndini vóru: Sigurjón Arason, professari á The Faculty of Food Processing and Nutrition, School of Health Sciences, University of Iceland/Matis, Ísland. Mette Sørensen, professari á Faculty of Biosciences and Aquaculture, Nord University, Bodø, Noregi og Anna Haug, professari á NMBU, Noregi.

Kelda: Granskingarráðið