Rúni skal leiða smoltframleiðsluna hjá Bakkafrosti

Rúni Olsen fer úr starvi sum maritimur leiðari hjá Smyril Line og í starv hjá Bakkafrosti við ábyrgd av allari smoltaling hjá felagnum.

 

Í vinnuni, sum er í Sosialinum í dag, sigur Rúni Olsen, at støddin á støðini, sum felagið byggir á Strond, iseltt ikki kann samanberast við tað, sum Bakkafrost áður hevur arbeitt við.

- Smærru smoltstøðirnar, sum felagið hevur í dag, eru so nógv minni enn støðin á Strond, at tær høvdu passað í tvey av kørunum á nýggju støðini.

 

Rúni Olsen sigur, at gólvvíddin á støðini á Strond er á tilsamans 21.000 fermetrar - og sumt er bygt í meira enn einari hædd.