Rúni Persson farin úr nevndini í Havnar Róðrarfelag

Havnar Róðrarfelag hevur verið í einum fíggjarligum aldudali seinastu nógvu árini. Nýggja nevndin í Havnar Róðrarfelag ætlar at fáa vent gongdini, soleiðis at Havnar Róðrarfelag aftur gert eitt gott felag, sigur nýggi formaðurin Óli Svein Hansen í tíðindaskrivi

Havnar Róðrarfelag hevur verið í einum fíggjarligum aldudali seinastu nógvu árini. Nýggja nevndin í Havnar Róðrarfelag ætlar at fáa vent gongdini, soleiðis at Havnar Róðrarfelag aftur gert eitt gott felag. Eisini ætlar nevndin, at Havnar Róðrarfelag aftur verður at síggja millum mest vinnandi feløg í landinum.

Tað hevur verið sera trupult hjá Havnar Róðrarfelag at fingið fíggjarligu endarnar at hanga saman. Og sjálvt um felagið hevur fleiri ungar og góðar rógvarar, so vóru tað fleiri bátar, sum stóðu ómannaðir í neystinum farna róðrarár. Bara fýra út av tólv manningum vóru at manna teir ymsu FM-bátarnar. Eisini stóð flaggskipið Havnarbáturin eftir í neystinum, tá rógvast skuldi á norðoyastevnu fyrst í juni mánað. Aftrat FM-manningunum róðu bátar hjá felagnum eisini barnaróður.

Nú ætlar felagið at fáa vent gongdini bæði á ítróttarliga og fíggjarliga økinum. Fyrst ætlar felagið at fáa tað fíggjarliga uppá pláss, síðani skulu nýtímans venjingaramboð fáast í neystið aftrat teimum, sum frammanundan eru í neystinum. Hetta krevur nógv arbeiði av felagnum, sum í næstum ætlar at gera ymisk tiltøk til tess at fáa pengar til felagið.

Nógv rok hevur seinastu tíðina verið í Havnar Róðrarfelag. Í kjalarvørrinum á hesum er Rúni Persson farin frá sum skrivari og nevndarlimur. Nevndin í felagnum fer at skipa fyri limafundi, soleiðis, at limir felagsins verða kunnaðir um støðuna.

Nevndin vil fyrst og fremst hava, at limirnir fáa eina heildarmynd, hvat peningur felagsins er brúktur til seinastu árini. Alt hetta tekur tíð at fyriskipa, men nevndin væntar, at limafundurin verður seinast í august ella fyrst í septembur mánað. Hetta koma limirnir at hoyra meira um seinni.

Havnar Róðrarfelag fyllir 75 ár í ár, og ætlar felagið at hava stóra veitslu 27. oktober. Hetta koma vit at hoyra meira um seinni.

Sjálvt um bara fýra av tólv FM-manningar fyrireikaðu seg til norðoyastevnu, so er felagið nøgt við úrslitini í summar. Sílið 5-mannafar kvinnur vann fýra róðrar og vann FM-heitið. Sílið 5-mannafar dreingir vann tveir róðrar og bleiv nummar tvey í FM-kappingini, og Drekin 5-mannafar gentur vann ein róður og gjørdist nummar trý í FM-kappingini. Verri gekk hjá 8-mannafarinum Ørvi, sum felagið væntaði sær meira av. Ørvur vann ongan róður og bleiv nummar fýra í FM-kappingini.

- Havnar Róðrarfelag ætlar at fyrireika seg væl til róðrarárið 2008, sigur Óli Svein Hansen, formaður í Havnar Róðrarfelag.