Rúni Hentze gjørdi roysni

16 ára gamli fuglfirðingurin gjørdist nummar tvey í stórari danskari-svenskari tónleikarkapping Kappingin nevnist Øresundssolist, og í byrjandi vóru nógvir luttakarar. Men so við og við minkaði luttakaratalið, og tá ið komið varð í finaluna, vóru tveir luttakarar úr Svøríki og tveir úr Svøríki.

Rúni Hentze endaði sum nummar tvey.

Hann hevur spælt á trompet síðan 2002, tá ið hann var átta ára gamal.

Rúni Hentze gongur í 10. flokki í Fuglafjarðar skúla, men hann gongur eisini í Tórshavnar Musikkskúla.

- Hetta var ein hørð kapping, sigur Rúni Hentze, sum kemur heim í kvøld saman við lærara sínum Kenneth Jones.

Hann er ikki í iva um, hvør framtíð hansara verður: Trompetin.