ÓLAVUR Í BEITI
Tann 18. januar svaraði Signar á Brúnni, mentamálaráðharri, nøkrum spurningin frá Rúnu Sivertsen viðvíkjandi skúlanum á Trøðni, men Rúna Sivertsen var ikki nøgd við 5 av svarunum hjá mentamálaráðharranum.
Nú hevur Rúna Sivertsen so sett mentamálaráðharranum hesar 5 spurningar av nýggjum, tó í eitt sindur broyttari útgávu.
Rúna Sivertsen vil hava at vita frá Signari á Brúnni, hvørjum lógargrundarlagi Skúlin á Trøðni var undir í árunum 1990 - 1998? Hvat var lógagrundarlagið fyri at leggja Skúlan á Trøðni og Sernámsfrøðiligu Ráðgevingina saman? Er Sernámsdepilin ein almennur undirvísingarstovnur undir landinum? Hevur skúlin í Sernámsdeplinum skúlastjóra eins og aðrir skúlar, og hvørjar heimildir hevur hesin? Og í fimta spurninginum vil Rúna Sivertsen hava at vita, hví barnagarsdeildin í Sernámsdeplinum er niðurløgd sum viðgerðarstovnur, og viðgerðarskyldan flutt í almannaverkið?









