Mín trupulleiki er, at eg góðtaki ikki ein diktatoriskan leiðsluhátt, tí havi eg gjørt av ikki at stilla upp til fólkatingsvalið.
Tað sigur Rúna Sivertsen, sum nú kortini umhugsar støðuna og um hon kortini skal stilla upp.
Eg fekk í gjárkvøldið eina persónliga áheitan frá Norðoya Sjálvstýrisfelag um at stilla upp. Tey eru sera hørm um, at Norðoyggjar ikki eru umboðaðar á listanum, sigur hon.
Rúna Sivertsen sigur, at um hon sær, at ein tilgongd er, sum broytir støðuna við diktatoriska formanninum og leiðsluhátti hansara, so kann hon umhugs støðuna av nýggjum.
Hon hevur sent landsnevndini eitt bræv, har hon hevur boðað frá sínari støðu, og so bíðar hon bara eftir svari.
Men tað er bara formaðurin í flokkinum, sum kann broyta seg sjálvan og sín egna leiðsluhátt, sigur hon.