Ræna hús og íbúðir hjá teimum saknaðu

Svenska løgreglan leitar eftir ránsmonnum, sum hava rænt hús og íbúðir hjá fólki, sum eru saknað eftir flóðalduna

Síðani flóðalduna hevur svenska stjórnin sýtt fyri at almannakunngera nøvnini á teimum sviunum, sum ikki eru komnir afturíaftur. Orsøkin er ikki, at stjórnin ivast í nøvnunum. Nei, hon vil ikki almannakunngera nøvnini, tí kring landið sita brotsmenn og bíða eftir at fáa at vita, hvørjar íbúðir og hvørji hús standa tóm.

Lars Danielsson í forsætismálaráðnum sigur við Aftonbladet, at myndugleikarnir hava fingið fleiri fráboðanir um, at brotsmenn hava rænt hús og íbúðir hjá fólki, sum ikki eru komin afturíaftur aftan á flóðalduna. Tað sama er hent fólki, sum sluppu frá vanlukkuni við lívinum.

-Íbúðin var snøgt sagt tóm, tá eg kom aftur. Sjálvt sparibússuna hjá soninum høvdu teir tikið, sigur ein 48 ára gamal maður í Lidingø við Aftonbladet.

Gøran Persson, forsætisráðharri, segði fyrradagin, at ger løgreglan av at almannakunngera nøvnini á teimum saknaðu sviunum, má hon eisini átaka sær at verja íbúðir og hús teirra.