Mentamáladeild Tórshavnar býráðs og Tórshavnar Býarsavn skipa í hesum døgum fyri einari sera áhugaverdari fotoframsýning í Snarskivuni í Havn.
Í sambandi við 90 ára føðingardag William Heinesens í 1990 skipaði Tórshavnar Býarsavn fyri eini framsýning í Ydun á Høgareyni at heiðra okkara kendasta havnarborgara nakrantíð. Framsýningin fór seinni til Íslands og varð sett upp í Norðurlandahúsinum í Reykjavík.
Fotomyndirnar eru úr privata myndasavninum hjá Williami Heinesen, og tær flestu eru frá 1930-árunum, tá ið Elisa og William settu búgv á trøðni undir Varða, og William av álvara var farin at gera vart við seg sum rithøvundur.
Eisini eru myndir frá barnaárum Williams fyrst í 20. øld, sum vísa skyldfólk hansara í Havn um hetta mundið. Aðrar myndir seinni í øldini eru av vinfólkum hansara. Nakrar myndir eru av Williami á ellisárum seinast í 1980-árunum.
Finnur Johansen, sum var býarsavnsvørður, lænti tær hálvthundrað svørt/hvítu myndirnar frá soni Williams, Zakariasi Heinesen, til framsýningina í 1990, og hesaferð hevur Finnur aftur rætt eina hjálpandi hond.
Framsýningin er opin í vanligu upplatingartíðini hjá Snarskivuni, mánadag - fríggjadag kl. 9-16, tó hósdag kl. 9-18. Framsýningin hongur uppi til 12. mars.