Nýggi Caddy er bygdur yvir sama plattform sum VW Golf og Touran. Caddy skal kappast við bilar sum t.d. Citroën Berlingo, Peugeot Patrner og Renault Kangoo.
VW hava roknað seg fram til at tað í 2006 verða seldir 680.000 bilar í hesum klassanum í Evropa. Av hesum rokna teir við at selja 90.000 Caddy.
Vørubilurin Caddy Van er ein tann rúmligasti í sínum klassa. Vørurúmið er 3,2 rúmmetrar, og bilurin er sera arbeiðsligur við stórari hurð á síðuni og aftan, har hann fæst við siðuhongdum hurðum ella stórari baklúku. Hann lastar 750 kg og tekur sum einki ein europlatt og nakað væl afturat.
Caddy Kombi er ein fimm persónabilur, har møgleiki er fyri tveimum setrum afturat á aftasta rað, soleiðis at hann kann hava sjey sitipláss.
Av trygdarútgerð kunnu vit nevna at hann t.d. hevur 3-punkts trygdarbeltir við øll setrini, airbag framman og í síðunum, ABS bremsur við bremsuassistanti, antispinn og ESP. Skivubremsur framman og aftan.
Caddy fáast við fýra ymiskum motorum, tveimum bensin og tveimum diesel: Bensinmotorarnir eru: 1,4 litur við 75 hk og 1,6 litur við 102 hk og dieselmotorarnir eru: 1,9 TDI við 104 hk og 2,0 SDI við 69 hk.
Opið hús leygardagin
Í báðum útgávunum er talan um bilar við góðum og tryggum koyrieginleikum. Tað merkist at vørubilurin er gjørdur til at lasta meira.
Leygardagin verður opið hús frá kl. 9.00-13.00 á Bilasøluni v. Øssur Johannesen í Hoyvík, har høvið verður at royna bæði Caddy Van og Kombi.
VW Caddy Van 2,0 SDI
Motorurin2,0 litur 4 syl. SDI við 69 hk
v. beinleiðis pumpu-dysu innspræning
Oljunýtsla18,9 km/l
Snúningsmoment140 Nm við 2.200 omdr/min
Stødd og vekt
Longd440,5 cm
Breidd 180,2 cm
Hædd183,3 cm
Eginvekt1.455 kg
Lastar750 kg
Vørurúm 3,2 rúmmetrar
Prísur kr. 147.000, v. MVG
SøluumboðBilasølan v. Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-110 Hoyvík
Tel. 315354