Rúmligi arbeiðsmarknaðurin má síggjast í verki

Jóna Mortensen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, fer at seta Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, ein munnligan fyrispurning um rúmliga arbeiðsmarknaðin.

– Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur boðað frá, at hon ætlar at arbeiða fyri einum rúmligum arbeiðsmarknaði, og tað fegnist eg um, sigur Jóna Mortensen, løgtingskvinna.

– Men hvussu ætlar landsstýriskvinnan at fáa tey út á arbeiðsmarknaðin, ið sjálvi føla, at brúk ikki er fyri teimum, spyr Jóna Mortensen, sum eisini vil hava landsstýriskvinnuna at greiða frá hesum:

– Eru sum nú er nakrar ítøkiligar ætlanir um hvat skal gerast ?

– Metir landstýriskvinnan at nóg mikið av arbeiðsplássum eru til hesi fólk ?

– Nær kann roknast við at stig verður tikið til at seta hetta í verk?

Jóna Mortensen vísir á, at bæði samgonguskjalið og Visjón 2015 vísa á, at neyðugt er at geva rúm fyri øllum á arbeiðsmarknaðinum. Eisini hava fleiri undanfarin landsstýrisfólk tosað um rúmliga arbeiðsmarknaðin, uttan at hetta hevur givið stórvegis úrslit. Tí vil Jóna Mortensen hava Anniku Olsen at greiða frá, hvørjar ítøkiligar ætlanir hon hevur á hesum økinum.