?Tað er eftir trýsti frá kommununum sjálvum, at tær nú fáa barnaansinginina at umsita frá landsstýrinum.
? Og at tað fer at verða dýrt, tað vistu vit av frammanundan.
Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, er ikki samdur við kristan Magnussen, løgtingsmanni, sum í Sosialinum í gjár vísti sína misnøgd við, at landsstýrið nú leggur barnaansingina út til kommunurnar at umsita.
Løgtingsmaðurin vísti á, at skipanin sum landsstýrið hevur valt, fer at kosta havnar borgarum 15-20 milliónir eyka, bara fyri at varðveita tænastustøðið, sum nú er.
Skal kommunan hinvegin byggja barnaansingina út, fyri at nøkta tann stóra tørvin sum er, fer tað at kosta enn meiri.
Hinvegin fara kommunur, sum lítlan og ongan tørv hava á barnaansing, ella sum ikki havaraðfest hana serliga høgt, at fáa pening úr landskassanum.
Eitt nú vísti Kristian Magnussen á, at á fólkafundi í Fugloy varð upplýst, at yngsta fólk í oynni var 51 ára gamalt
Men kortini fær Fugloy 61.000 krónur frá landinum, nú barnaansingin verður løgd til kommunurnar.
Havnin fær studning frá bygdunum
Men soleiðis heldur býráðsformaðurin í Havn ikki, at roknistykkið kann verða sett upp.
? Støðan er tvørturímóti tann, at higartil hava allar kommunurnar verið við í eini millum-kommunalari útjavning.
? Landsstýrið hevur í ár sett 56 milliónir av til barnaansing og tær hava so verið býttar út eftir tørvi.
Av tí, at tørvurin hevur verið størstur í Havn, og av tí at Havnin hevur gjørt mest við barnanansingina, hevur hon eisini fingið mest. Sostatt hava bygdirnar kring alt landið beinleiðis verið við til at goldið Havnini stuðul til barnaansing. Og hetta halda vit er órímiligt.
Men smstundis hevur ábyrgdin fyri barnaansingini verið bæði fløkt og ógreið við tað, at landsstýrið og kommunurnar hava havt ábyrgd í felag.
Skatturin fer ikki upp
Leivur Hansen sigur, at tað vóru hesi viðurskiftini, sum kommunurnar vildi hava landsstýrið at broyta.
? Tað hevur verið eitt krav frá kommunum at fáa fulla ábyrgd av barnaansingini. Tað er hetta krav, sum landsstýrið nú er gingið á møti.
? Og tað hevur altíð verið greitt, at har, vit vilja valda, skulu vit eisini gjalda.
Leivur Hansen at tað tí ikki kemur óvart á býráðslimir í Havn, at tað fer at føra eina eykaútreiðslu við sær.
?Útreiðslurnar til barnaansing í Havn fara at hækka einar 15 milliónir, bara fyri at varðveita tænastustøðið sum er.
Skal barnaansingin útbyggjast, fer tað at kosta enn meir.
Men Leivur Hansen leggur dent á, at skattaprosentið fer ikki upp av teirri orsøk.
? Kommunan er so mikið væl fyri, at vit megna væl at gjalda fyri barnaansingina, uttan at hækka skattaprosentið, sigur hann.
Hann sigur, at tvørturímóti fær kommunan nú nógv rúmari ræsur at fara undir ein miðvísan barnaansingarpolitikk, tí fær kommunan ábyrgdina einsamøll.
? Og jú fleiri ansingarpláss, vit fáa, tess fleiri foreldur sleppa til arbeiðis- og so gjalda eisini tey skatt og tað gevur kommununi heldur fleiri inntøkur.
Ikki minst heldur býráðsformaðurin, at tað verður ein fyrimunur, at nú fer tað á fyrsta sinni at bera til at hjá borgarunum at síggja beinleiðis á fíggjarlógini, hvat barnaansingin kostar.
Leivur Hansen sigur, at nú fer býráðið at viðgera uppskotið frá landsstýrinum jm at leggja barnaansingina út.
? M.a. skal býráðið at taka støðu til, um vit halda, at hetta er tað rætta, ella um vit halda, at tað skal gerast á annan hátt.