Órímiligt at almenn starvsfólk fáa jólagávur

Bill Justinussen, løgtingsmaður, vil nú hava at vita frá løgmanni, hvørjar reglur teir almennu stovnarnir hava fyri jólagávum til starvsfólkið. Hann vil eisini hava at vita, hvørji ráð, stýri, stovnar og verk undir tí almenna, lata jólagávur til starvsfólk síni og um nakað hámark er fyri, hvussu dýrar tær kunnu vera.

Somuleiðis vil hann hava at vita, hvussu almennar krónur tilsamans verða brúktar at keypa jólagávur fyri?

Bill Justinussen heldur, at nú tíðirnar versna, og fíggjarligu umstøðurnar eru vánaligar hjá familjum kring landið, tykist tað órímiligt, at fólk í almennum starvi, eisini skulu fáa jólagávur fíggjaðar við almennum skattakrónum, umframt tann fyrimun, tað er at hava alment starv.

- Havandi í huga, at fleiri tiltøk eru kring landið í hesum døgum at veita familjum og børnum í trongstøðu fíggjarliga hjálp á jólum, eiga landsins myndugleikar at hava eitt vakið eyga við, hvussu farið verður um almennar skattakrónur, sigur hann.