Fiskamarknaður Føroya seldi í morgun sløk 44 tons av fiski fyri góðar 647.000 krónur. Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var 14,78 krónur fyri kilo.
Størstu nøgdirnar á marknaðinum í morgun var toskur, kongafiskur og hýsa.
Toskur hevur rættiliga góðan prís í løtuni. Mest var av toski 4, sum fór fyri miðalprísin 17,66 krónur fyri kilo. Sjálvt toskur 5 fekk hampiliga góðan miðalprís, góðar 15 krónur fyri kilo.
Av hýsu var mest av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 15,36 - og hýsa 3 fekk 13,64 krónur fyri kilo.
Besti miðalprísur á kongafiski í dag var 9,48.
Nøkur tons vóru eisini av svartkalva, og her var prísurin 27,83 krónur fyri kilo.