Rýmdi frá ferðsluóhappi í Vestmanna

Løgreglan leitar nú eftir bilføraranum

Klokkan seks í morgun rendi ein bilur í gyrðingina til økið, har bátastevnan er í Vestmanna hetta vikuskifti.

 

Tá ið fólk á staðnum fóru til, bakkaði bilførarin frá og rýmdi av staðnum í bilinum.

 

Løgreglan sigur, at tey tá boðaðu tey løgregluni frá. Tey kendu bilføraran frá fyrr um náttina og tá mettu tey, at hann var drukkin.

 

Løgreglan fór at leita og funnu bilin aftur uppi á Gerðisvegi í Vestmanna. Bilurin hevði eitt sindur av skaða, men bilførarin var ikki at finna.

 

Og nú leitar løgreglan sostatt eftir bilføraranum

 

Í førum sum hesum er seks tíma reglan galdandi. Tað merkir, verður bilførarin funnin áðrenn seks tímar eru farnir, og hann hevur drukkið, nyttar ikki hjá honum at siga, at hann hevur drukkið eftir at óhappið hendi, tí tað verður kortini tikið sum um at hann koyrdi ávirkaður.

 

Løgreglan sigur, at seint í gjárkvøldið ringu fólk annars og boðaðu frá, at ein maður var til gongu eftir vegnum inn ígjøgnum Kollafjarðardal. Tey stúrdu fyri trygdini, tí hann var í myrkum klæðum.

 

Løgreglan fór til mannin og hann fekk nøkur endurskin á hann, so helt hann fram á leið til gongu ímóti Leynartunlinum.