Rúmdarsteinur fer framvið

Vísindafólk siga seg nú vera komin eftir, at ein rúmdarsteinur fer fram við Jørðini fríggjadagin tann 13. apríl í 2029.

Kanningarnar benda á, at rúmdarsteinurin, sum er einar 400 metrar í tvørmát, verður 30.000 kilometrar frá Jørðini, tá hann fer framvið, og tað merkir, at hann verður nærri Jørðini enn fleiri av teimum støðugu fylgisveinunum, sum vanliga eru 36.000 kilometrar úti í rúmdini. Vísindafólk siga, at tað er eingin vandi fyri, at rúmdarsteinurin rakar Jørðina. Hevði hann rakt Jørðina, hevði bresturin svara til meiri enn 2.000 megatons TNT, og benið hevði vrið einar fýra kilometrar í tvørmát.

Tey, sum hava aldur til tað, kunnu kanska gleða seg til tann 13. apríl í 2029, tí sambært vísindafólkunum fer tað at bera til at síggja rúmdarsteinin, tá hann fer framvið.