Kinesiska rúmdarstøðin Tiangong-1 brendi næstan øll sum hon var, tá ið hon rakti atmosferuna yvir Stillahavinum mánanáttina føroyska tíð. Sambært kinesiskum myndugleikum rakti rúmdarstøðin atmosferuna klokkan 1.15 føryska tíð, og "størsti parturin" av rúmdarstøðini brendi.
Stutt áðrenn søgdu kinesisku myndugleikarnir, at teir hildu rúmdarstøðin fór at lenda nærhendis býirnar Sao Paulo og Rio de Janeiro. Tað varð tó væntað, at átta tons tunga rúmdarstøðin fór at brenna í atmosferuni.
Kinesisku myndugleikarnir hava áður sagt, at Tiangong-1 fór at ferðast við einari ferð á 26.000 km um tíman. Umframt hetta hava myndugleikarnir eisini sagt áður, at partarnir av rúmdarstøðini, sum ikki brendu í atmosferuni, neyvan fóru at gera skaða, tá ið teir raktu jørðina.
Tiangong-1 skuldi upprunaliga verða oyðiløgd í 2013, eftir at hava havt vitjan frá trimum astronautum, men hendan uppgávan hjá astronautunum varð útsett fleiri ferðir. Myndugleikarnir í Kina hava áður sagt, at rúmdarstøðin skuldi koma móti jørðini í endanum av 2017. Men tann tilgongdin varð so mikið nógv útsett, at fleiri serfrøðingar alment søgdu, at kinesisku myndugleikarnir sannlíkt høvdu mist tamarhaldið á rúmdarstøðini. Í 2011 varð Tiangong-1 send í rúmdina. Rúmdarstøðin var ein liður í ætlanini hjá Kina at fáa eina varandi rúmdarstøð ringrás í 2023.
/ritzau/










