Amerikanska rúmdarumsitingin NASA hevur enn eina ferð útsett ta seinastu ferðina hjá rúmdarferjuni Endeavour. Ferðin bleiv eisini útsett fríggjadagin orsakað av tekniskum trupulleikum, men sum skilst eru trupulleikarnir størri enn upprunaliga hildið, skrivar AP.
Ein talsmaður fyri NASA sigur, at málið nú er at fáa Endeavour avstað tann 8. mai. Seks rúmdarmenn skulu við.
Tá Endeavour fer út til altjóða rúmdarstøðina ISS, er tað tann seinasta ferðin hjá hesari rúmdarferjuni. Tann 28. juni skal Atlantis út til ISS, er tað tann 135. ferjuferðin út í rúmdina, og við henni endar hesin parturin av amerikonsku rúmdarsøguni.