Jóna Thomsen
Týskvøldið varð skipað fyri hugnakvøldi og tónleiki niðri á gamla Meiaríi í Havn. Tað er sjónleikararbólkurin Gríma, ið heldur til har, og somuleiðis hann, ið stóð fyri tiltakinum. Hugnaligt var at koma inn í lutfalsliga nýggja høli teirra. Smá borð við ternutum dúkum og livandi ljosum vóru stillað runt um í rúminum, og kaffi og køkur stóðu klárt á borðinum til ein og hvønn at fáa sær.
Rættur cafédámur var yvir staðnum.
Tveir bólkar og ein gestatónleikari stóðu fyri tónleikinum, og borðreitt var við bæði Poul F., jazzi og poprocki.
Fyrstur á gólv var Hanus Johansen, og sum so mangan, trølbant hann áhoyrararnar við síni djúpu, stinnu rødd og sjálvandi guitarrinum. Eftir góðan hálvan tíma trein ein bólkur, ið kallaði seg Tuteluu á pallin, og nú fingu rútmurnar rættuliga loyvi at svinga. Hesin bólkur var mannaður av einum føroyingi og trimum dønum og mest sum stovnaður til høvið. Hesi fýra ungu hava tó spælt saman áður. Tey hittust á einum jazzskúla í Keypmannahavn, og at gott er komið burturúr hjá teimum, kundu áhoyrarnir sanna týskvøldið. Vit fingu heimagjørd løg, og rættuliga áhugavert var at hoyra lagið: Sárt sakni eg teg væna mín« hjá Hanusi Johansen, verða spælt í røttum jazzstíli.
Tiltakið endaði við tónum frá Tangz. Hesin ungdómsbólkur er rættuliga nógv frammi um hetta mundi, hevur sæplt nogvar konsertir og útgivið fløgu. Hann hóskaði tó eisini væl inn í róliga dámin, sum var yvir hølinum hjá Grímu týskvøldið. Framførslan var góð sum altíð.
At enda skal sigast, at áhoyrarafjøldin kundi verið størri. Tó, um onkur kennir seg snýttan fyri eitt gott hugnakvøld á gamla Meiaríi, verða høvi aftur komandi hóskvøldini. Tá verður m. a. yrkingalesnaður, tónleikur og listaframsýing á skránni.