Hondbóltur
Neistin-Tjaldur 26-17 (13-9)
Kvinnuliðið hjá Neistanum hevur ikki fingið eina heilt so góða byrjan, sum tær kundu ynskt sær, men leygardagin var eingin ivi um, at tær fingu tvey stig.
Hóast munurin í málum ikki var stórur, so so var alla tíðina greitt, at neistaliðið hevði yvirvág, og sigurin var ongantíð í vanda.
Hjá Tjaldrinum leikti Ergic Milica við fyri fyrstu ferð, men tað var tó ikki tað stóra, sum hon kundi gera í hesum dystinum, ferðamóð eftir tríggjar harðar dagar.
Hóast sigurin, so ilskaðust neistakvinnurnar eftir dystin um reyða kortið, sum dómararnir góvu Bjørg Patursson í eini støðu, har dómarin mundi vera einasti persónur í høllini, sum helt hana hava forbrotið seg móti mótstøðuleikara.
Hjá Neistanum skeyt Annika Thomsen 10 mál, meðan Beinta Joensen fekk 6 mál hjá Tjaldrinum