Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.
HEI Skæring við landsliðsveteraninum, Róki Akralíð á liðnum tók móti SUS Nyborg, ið hevði Tróndur Mikkelsen og Pætur Mikkjalsson á liðnum.
HEI Skæring vann 32-28. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.
Rókur Akralíð skoraði trý mál fyri HEI Skæring, og Pætur Mikkjalsson og Tróndur Mikkelsen skutu trý mál hvør fyri SUS Nyborg.
Sigurin merkir, at HEI Skæring er nú níggju stig omanfyri triðaftasta plássið, ið gevur beinleiðis niðurflyting.
Hjá SUS Nyborg stendur ikki væl til. Teir hava bert 15 stig og hava heili 10 stig upp til fjórðaftasta plássið sum gevur upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr triðbestu deildini.
Fríggjakvøldið vitjar HEI Skæring botnliðið Odense. Leygardagin verður føroyingauppgerð tá SUS Nyborg tekur móti liðnum hjá Róa Berg Hansen, HØJ.
| Nummar | |||
| 1 | Nordsjælland | 20 dystir | 37 stig |
| 2 | Skive fH | 20 | 34 |
| 3 | HC Midtylland | 20 | 27 |
| 4 | HØJ | 20 dystir | 25 stig |
| 5 | Ajax | 19 dystir | 23 stig |
| 6 | Sydhavsøerne | 20 | 23 |
| 7 | Grindsted | 20 | 22 |
| 8 | Otterup HK | 20 | 18 |
| 9 | Skovbakken | 19 | 17 |
| 10 | HEI Skæring | 20 dystir | 17 stig |
| 11 | Tønder | 20 dystir | 15 stig |
| 12 | Vendsyssel | 19 | 8 |
| 13 | HC Odense | 20 | 5 |
| 14 | SUS Nyborg | 19 dystir | 5 stig |











