Rókur í Rokkstovuni

Rókur Jákupsson Jakobsen fer í næstum at geva sína fyrstu fløgu sum einstaklingur út, í Rokkstovuni hóskvøldið fáa vit smakksroynd av tónleikinum.


Tá Rokkstovan fer í luftina hóskvøldið kl. 17.00, hevur Rasmus fingið Rók Jákupsson Jakobsen sum gest. Teir fara at práta um fyrstu fløguna hjá Róki sum einstaklingi.

Rókur vann Singer Songwriterkappingina í Hafnia Lounge í 2004 og vann sær har nakrar dagar í upptøkuhøli, burtur úr hesum upptøkum eru fýra løg komin, og hesi verða í næstum givin út á eini EP fløgu.

Rókur er ein av bestu føroysku sangarunum, hann hevur luttikið á nógvum útgávum og eigur eitt tað størsta hittið í føroyskum tónleiki 90árunum, lagið Charlie, ið hann og vinmaðurin Hallur spældu inn á eina stuðulsfløgu til frama fyri B36. Teir kallaðu seg tá Lokum. Hesin bólkur bleiv seinni til Tangz, ið kanska meira enn nakar annar bólkur gjørdist ímyndin av Róki.

Eitt mundi var Rókur sangari í Diatribes. Hann er eisini limur í MC-Hár, men mesta av hansara tónleikavirksemi seinasta árið hevur verið í bólkinum All That Rain, sum í Prix Føroyar semifinaluni gjørdist kanska mest jaliga yvirraskilsi.

Í sendingini hóskvøldið fara vit millum annað at hoyra tvey løg av nýggju einstaklinga EP fløguni hjá Róki