Rókur og Lerkur fullir undir lúkurnar

Í januar mánaði í ár hevur Landingarmiðstøðin í Saltangará landað 3.100 tons av ráfiski

Fiskivinna

 

Í morgun liggja Rókur og Lerkur í Saltangará og landa. Skipini hava stívliga 340.000 pund tilsamans, og soleiðis eru tey fullfermd við upsa.

Í gjár landaðu Polarhav og Stjørnan eisini í Saltangará. Teir høvdu umleið 400.000 pund, sum eisini er ein góður túrur.

Partrolararnir hava góðan upsafiskiskap, og væntandi er, at Heykur og Falkur koma inn at landa í vikuni.

Á Landingarmiðstøðini í Saltangará siga tey, at Bakur og Stelkur, sum eisini eru til fiskiskap, helst koma inn fyrst í næstu viku.

- Tað er ikki heilt óhugsandi, at skipini koma inn í endanum av hesi vikuni, men tá skal tað ganga ógvuliga væl at fiska, siga tey í Saltangará.

Í januar vórðu tilsamans 3.100 tons løgd upp á Landingarmiðstøðini í Saltangará, og hetta eru helst eini 1000 tons meira enn í januar í 2008.