Rókur Akralíð, sum vann steypakappingina við Kyndli í ár, er í kvøld kosin til besta verjuspælaran hjá monnunum hetta kappingarárið.
Á gallaveitslu í kvøld varð Rókur Akralíð heiðraður saman við Duritu Christophersen Jojic, sum hevði flestar atkvøður, tá besti verjuleikarin hjá kvinnunum varð kunngjørdur.
Durita Christophersen Jojic, sum vann gull við VÍF bæði í steypakappingini og landskappingini hetta kappingarárið, fekk 26 atkvøður. Hon fekk tvær atkvøður fleiri enn Bjarta Osberg Johansen úr Kyndli. Marjun Falkvard Danberg úr Neistanum fekk 14 atkvøður.
Rókur Akralíð varð valdur til besta verjuleikara við 34 atkvøðum. Rasmus Søby úr Neistanum fekk 28 atkvøður, og Sigmundur Dahl úr H71 fekk 18 atkvøður.










