Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur í dag boðað fýra kommunum frá, at tær fáa stuðul til at byggja eldrabústaðir. Tilsagnirnar eru latnar við støði í tørvinum á búplássum. Tær fýra kommunurnar, ið hava fingið tilsøgn eru Tórshavnar, Klaksvíkar, Vágs og Vestmanna kommuna, sum samanlagt fáa stuðul til 136 búpláss. Vágs, Klaksvíkar og Vestmanna kommuna fáa stuðul til hvør síni 24 búpláss, og Tórshavnar kommuna fær til 64 búpláss.
Stuðulsupphæddin er 700.000 krónur fyri hvørt røktarheimspláss, tó kann stuðulin úr landskassanum ikki fara upp um helvtina av samlaða kostnaðinum, sigur almannaráðið í tíðindaskrivi.