Síðstu tíðina hevur Tórshavnar kommuna arbeitt ítøkiliga við at fáa til vega eitt røktarheim, ið kann taka broddin av akutta tørvinum í Suðurstreymoy.
Í hesum sambandi hevur verið upp á tal, at kommunan skuldi hækka kommunala skattaprosentið, so peningur tann vegin kundi fáast til at fíggja kommunurnar part av komandi røktarheiminum.
Ein skattahækking upp á hálvtannað prosent svarar til umleið 45 milliónir krónur, so tað hevði verið ein uppløgd loysn at tikið til, tí so slapst undan lántøku. Og tá tørvurin er so stórur innan eldrarøktina, hevði hetta helst eisini verið ein loysn, borgararnir høvdu skilt.
Dýr útjavning
Men samstundis sum landsstýrið hevur missrøkt sínar skyldur á eldraøkinum í Suðurstreymoy, arbeiðir landsstýrið í duldum við einari kommunalari útjavningarskipan, hvørs fremsta endamál er at borgarar í Suðurstreymoy skulu rinda skatt til aðrar kommunur.
Enn er einki ítøkiligt komið á borðið, men um vit siga, at talan er um eina 70 prosents útjavning, verður talan um, at Tórshavnar kommuna skal av við einar 40 milliónir krónur í persónsskatti og aðrar seks milliónir krónur í partafelagsskatti.
Hetta svarar júst til tað, kommunan ætlar at fáa til vega við omanfyri nevnda skattaprosenti, so vit langt um leingi kunnu koma á mál við einari dugandi loysn fyri eldrarøktina.
Landið má velja
Ger landsstýrið álvara av ætlanunum sínum um kommunalu útjavningarskipanina, sum her verður greitt frá, verður tað mønustingurin fyri ætlanina at byggja nýtt røktarheim í Suðurstreymoy.
Tí henda áheitan á Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann við fíggjarmálum, og Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu við almannamálum: Tað verður røktarheim ella útjavning – ikki bæði!
Valið er tykkara, góðu landsstýrisfólk, tí eins væl og eitt røktarheim í Suðurstreymoy fyrst og fremst er ein landsuppgáva, liggur eisini ábyrgdin fyri, hvussu væl ella illa kommunur verða stýrdar, í síðsta enda hjá landinum.
Velja tit útjavningina, beina tit samstundis fyri møguleikanum at fáa eitt røktarheim bygt so skjótt, sum ætlanin annars er, tí tað kann aldrin koma upp á tal, at kommunuskatturin í Tórshavnar kommunu verður hækkaður trý prosent!