Hósdagin 7. juni verður Smæran í Havn karmur um ráðstevnu, sum Heilsurøktarafelagið skipar fyri saman við EPN, ið er samstarvið millum heilsurøktarar í Evropa. Endamálið við EPN-samstarvinum er at skapa eitt slag av samleika millum heilsurøktarar og aðrar líknandi fakbólkar í ymiskum londum og at varpa ljós á gongdina á starvsøkinum.
Ráðstevnan hevur heitið ”Practical Nurses in Europe – trends in work environment and lifelong learning” - ella á føroyskum “Heilsurøktarar í Evropa – rák innan arbeiðsumhvørvi og lívlanga læru”.
Heilsurøktarafelagið, sum hevur sent út tíðindaskriv í kvøld, vísir á, at EPN er stytting fyri European council of Practical Nurses, og hóast flestu limalond eru norðurlendsk, er høvuðsmálið í EPN-høpi enskt. Eitt sindur ymiskt hevur verið, hvørji lond hava verið limalond gjøgnum árini, og í løtuni er Luxembourg einasta limalandið í EPN uttan fyri norðurlond.
- Skift verður millum at halda ráðstevnu í ymisku londunum annaðhvørt ár, makað ár. Fyri tveimum árum síðan var Ísland vertur fyri ráðstevnuni, og tá vóru átta heilsurøktarar úr Føroyum við.
Heilsurøktarafelagið sigur, at arbeiðsumhvørvi og arbeiðsumstøður eru høvuðsevnið á ráðstevnuni, og fyrilestrarhaldarar eru úr Føroyum, Noregi, Danmark, Finlandi og Íslandi.
Lagt verður aftrat, at forvitnisligu heitini á fyrilestrunum eru “Arbeiðsheilsa og arbeiðsumhvørvi”, “Framhaldandi útbúgving fyri heilsurøktarar”, “Kropslig venjing á arbeiðsstaðnum - eitt stig mótvegis einum burðardyggum arbeiðslívi”, “Arbeiðsumhvørvið í heimatænastuni í Finlandi”, “Norðurlendskt umsorganararbeiði í broyting - rák innan arbeiðsumstøður í Danmark, Finlandi, Noregi og Svøríki” og ”Innovatión og tøkni í vælferðartænastunum - at møta avbjóðingunum fyri framman”.
- Vit fegnast um at kunna vera vertir fyri og samskiparar av eini ráðstevnu við so týðandi granskarum og serfrøðingum, sum okkara egna Pál Weihe, Håkon Høst og Miu Vabø úr Noregi, Vibeke Andersen úr Danmark, Sari Erkkila úr Finlandi, og Þór Garðar Þórarinson úr Íslandi.
Í Heilsurøktarafelagnum gleða tey seg til ein innihaldsríkan og upplýsandi dag saman við evropeisku starvsfeløgunum.