Í dag eru 25 ár, síðani Eysturoyar Røktar- og ellisheim í Runavík bleiv tikið í nýtslu Fyrireikingarnar til heimið í Runavík byrjaðu longu seinast í fimmtiárunum. Men ikkki fyrr enn tann 15. august í 1981 varð spakin settur í, og tann 4. februar í 1984 varð tað tikið í nýtslu.
Hesi 25 árini er virksemið nógv økt. Tvær ferðir er bygt upp í Røktar- og ellisheimið, og ein umlættingardeild er skipað í Gøtu. Eisini er eitt heim fyri minnisveik.
Í løtuni búgva 84 fólk á Røktar- og ellisheiminum í Runavík, og harumframt eru tilboð um dagtilhald.
Tann 27. februar verður skipað fyri almennari móttøku í heiminum í Runavík, tí tann dagin eru 25 ár, síðani tað fyrsta búfólkið flutti inn fyri 25 árum síðani.